2017 er farið aftur um bak og vit skriva nú 2018. Felagið Vìkingaskipið arbeiðir ótarnað við at útvega pening til at byggja fyrsta føroyska víkingaskipið nakrantíð! Farna árið varð hendingaríkt, og millum annað eru onkur fræ sádd sum vónandi fara at spíra í 2018.

Hóast tað er týdningarmikið at skapa góð sambond bæði her heima og uttanlands, so er tað av avgerandi týdningi at onkur vil stuðla skipinum so vit kunnu koma í gongd við verkætlanini, sum vit hava deilt upp í tvey, soleiðis at vit hava forprojektið fyri seg, og síðani sjálva byggingina av skipi og neysti fyri seg. Hettar ber í sær at tá ið vit hava fingið pening til forprojektið so kunnu vit fara í gongd við forarbeiði beinavegin.

Í samband við forprojektið skulu kanningar gerast av uppruna skipinum sum liggur í Vikingeskibshuset á Bygdøy í Oslo, men samstundis skal eisini eitt modell byggjast sum er helvtina av uppruna skipinu tvs. Um 8 metrar langt! Hettar verður eitt rættuligt víkingaskip í hálvari stødd, og tann sum vil stuðla okkum við peningi til forprojektið fær modellið til ognar!!

Áhugaði kunnu venda sær til felagið.

Nevndin