Nevndin fyri Víkingaskipið hevur uppsagt samstarvið við Geir Magne Røvik og forarbeiðið at byggja Tune skipið. Ístaðin hevur Felagið Víkingaskip undirskrivað avtalu norska Oseberg Vikingarv um at byggja Klåstadskipet. Okur hava fingið tekningar uppá Klåstadskipet og avtalu um, at royndir bátabyggjarir í Noreg, sum hava bygt skipið, verða ráðgevarar fyri byggingina í Føroyum.

Um skipið

Klåstadskipið verður nevnt fjórða víkingaskipið í Noreg og varð longu funnið í 1893, men varð tó ikki grivið út fyrr enn 1970. Í dag verður skipið víst fram á Slottsfjellmuseet í Tønsberg.

Mynd av Saga Farma, sum er eftirlíkningur av Klåstadskipinum.

Skipið varð funnið í jørðini innast í Víksfjørðinum í Larvík, nærhendis Kaupangen í Skiringssal. Skipið er frá ár 900 og hildið verður, at tað gekk burtur á fjørðinum. Tó skipið varð funnið á landi, so er tað tí at landið hevur risið seg umleið 2 metrar síðan Víkingaøldina.

Nevndin hevur avgjørt at Føroyska víkingaskipið skal hava drekastevni.

Tað sum er áhugavert við hesum skipiog uttan iva eitt serstakt samband við Føroyar og landsnámstíðina er, at hetta skipið var brúkt til at føra farm. Eisini skilir skipið seg frá teimum vælkendu Oseberg, Gokstad og áðurnevnda Tune skipunum, tí hesi trý eru gravskip. Klåstadskipið er ein knørrur og tíðarfest við viðingi í trænum til ár 998. Knarrar vórðu brúktur, sum handilsskip á leiðum, har norðbúgvar búsettist og høvdu handilssamband, og fasta samband til Føroyar og aðrar oyggjar í Atlantshavinum, hevur verið møguligt við knarrum.

Skipið er súðubygt, har súðurnar verða klinkaðar við bátsnøglum. Skipið hevði tollar til árarnar og kjøllurin er 16,15 metrar langur. Útfrá kanningararbeiði, sum hevur verið gjørt, kunnu knarrar lastað upp til 24 tons av farmi.

Verkætlanin nú

Saga Farma undir bygging í Noreg.

Ætlanin er broytt, men okur meta at tað er fyri tað betra. Nú verður farið beint ígongd við at fáa fígging til skipið og neystið. Somuleiðis, neyðugu fyrireikingarnar til byggingina, har endaliga avtalan um tilfarið skal gerast og at fáa bátabyggjarar í Føroyum at byggja skipi. Eisini fara okur at fáa annað føroyskt handverk at luttaka.